Føroyskar kvinnur liva longur

Føroyskar kvinnur liva longur
Kvinnur í Føroyum liva nú í miðal næstan seks ár longur enn fyri 30 árum síðani. Í Norðurlondum liva føroysku kvinnurnar longst
 
24.05.2017 - 08:02

Hjá monnum er miðalaldurin farin átta ár upp. Kvinnur liva nú í miðal 84,7 ár og menn 79,9 ár, upplýsir Hagstovan.

Fyri 30 árum síðani livdu kvinnurnar í miðal næstan sjey ár longur enn menninir. Nú er munurin minkaður niður í knappliga fimm ár.

Samanbera vit lívsævina í Føroyum við 45 lond í Europa eru føroyingar ovarliga, serliga kvinnurnar.

Menninir eru á níggjunda plássi og kvinnurnar á sætta plássi. Í Norðurlondum liva føroysku kvinnurnar longst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947