Útflutningurin øktur við 250 milliónum

Útflutningurin øktur við 250 milliónum
Føroyar útfluttu fyri 2,2 milliardir krónur í fyrsta ársfjórðingi í ár
 
21.05.2017 - 13:32

Tað eru 250 milliónir meira enn í fjør. Sambært Hagstovuni gera sild og markrelur stóran mun í ár. Makrelurin gav 162 milliónir krónur meira í ár og sildin 120 milliónir krónur.

Útflutningurin av laksi er vaksin í virði, men nøgdin er minkað nakað, so prísurin er betri í ár. Alilaksur var omanfyri 40 prosent av føroyska útflutninginum í fyrsta ársfjórðingi.

Laksur varð útfluttur fyri 895 milliónir krónur  Innflutningurin í fyrsta ársfjórðingi var nakað minni enn útflutningurin.

Vit innfluttu sambært Hagstovuni fyri eina milliard og 850 milliónir krónur, tað er fyri 350 milliónir minni enn vit útfluttu fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889