Gera forkanningar til Suðuroyartunnilin

Gera forkanningar til Suðuroyartunnilin
Henrik Old, landsstýrismaður, hevur biðið um hálva millión til kanningina
 
19.05.2017 - 10:31

Nú er Suðuroyartunnilin ikki longri burturi, enn at hann er komin í eitt uppskot um eykajáttanarlóg, sum løgtingið skal viðgera í dag.

Í viðmerkingunum um uppskotið stendur, at eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur. Hann skal sambært verandi tíðarætlan vera liðugur í 2023.

Víst verður á loysn, har Suðuroyartunnilin fer av Sandi upp í Skúvoynna og haðani til Sandvíkar. 

Jarðfrøðiligar kanningar

Jarðfeingi hevur gjørt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina. 

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum mælir til at brúka hálva millión av játtanini til vegagerð í ár til forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin.

Sambært Sosialinum verður Suðuroyartunnilin 22 kilometrar, tað sama sum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin tilsamans.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301