Minni av norðhavssild

Minni av norðhavssild
Nakað minni er av norðhavssild enn seinastu trý árini norðan fyri Føroyar. Hinvegin er nakað meira av svartkjafti skrásettur
Sildin er sum heild stór, men í ár var eisini smærri sild fingin á nøkrum støðum. Magnus Heinason kom fyrr í vikuni aftur av silda- og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar
 
18.05.2017 - 16:30

Serliga í syðra parti av kanningarøkinum og eystur móti markinum var minni norðhavssild at síggja í ár. Hinvegin var nakað meira av svartkjafti skrásett enn undanfarin ár.

Magnus Heinason kom mánadagin aftur av silda- og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar, skrivar Havstovan. Sum undanfarnu árini er sildin sum heild stór, men í ár var eisini smærri sild fingin á nøkrum støðum. 

Mestsum einki av ársgomlum svartkjafti var at síggja. Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, sum ICES samskipar. Føroyar eru saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi.

Hini skipini gera framvegis kanningar norðan fyri Føroyum. Ein meting av øllum sildastovninum verður gjørd seinni í summar, tá úrslitini frá øllum skipunum verða tøk, sigur Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889