Gevið ikki børnunum hetta

Gevið ikki børnunum hetta
Børn eiga ikki at drekka orkudrykk. Heilsufrøðiligu starvsstovan ger nú aftur vart við, at drykkurin er ikki ætlaður børnum, tí ov nógv koffein er í
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir børnum frá at drekka orkudrykkir í áheitan, stovnurin hevur sent út
 
18.05.2017 - 08:55

Sagt verður, at eitt barn, sum vigar 40 kilo, eigur ikki at fáa meira enn 100 milligramm av koffeini um dagin. Í hálvum litri av orkudrykki eru vanliga 160 mg koffein. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan sigur, at orkudrykkur skal vera merktur soleiðis, at hann ávarar børn, kvinnur, sum eru við barn, og kvinnur, sum geva bróst, móti at drekka hann.

Ov nógv koffein kann órógva hjartarútmuna og elva til ov høgt blóðtrýst, hjartabankan, andaneyð, búkilsku, kvalma, angist og fjáltur.

Ov nógv koffein kann eisini gera, at fólk hava ilt við at sova. Í ringasta føri kann ov nógv koffein gera, at hjartað steðgar.  Á hfs.fo fæst nógv meira at vita um orkudrykk og koffein.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947