- Tíðindi, mentan og ítróttur
Saksaberg seldur av landinum
Saksaberg seldur av landinum
Nótaskipið Saksaberg er selt til Danmarkar, har tað nú skal upphøggjast

Nótaskipið Saksaberg, ið hevur ligið í Norðragøtu síðani 2014, er selt til Esbjerg til upphøggingar
17.05.2017 - 16:46
Nótaskipið Saksaberg liggur nú í Esbjerg, hagar hann er seldur fyri 650.000 krónur. Smedegaarden A/S keypti skipið, sum skal upphøggjast.
Saksaberg hevur ligið í Norðragøtu síðani 2014, men 10. mai fór hann haðani til Danmarkar. Saksaberg er bygdur í Noregi í 1973.
Desin í Syðrugøtu, sum er dótturfelag hjá Varðanum, átti Saksaberg. Saksaberg varð keyptur til Vágs úr Hetlandi í 1996.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV