- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra tilnevnd til matvirðisløn

Dímunargarður hjá Evu úr Dímun, Heimablídni á Velbastað, Gutti Winther og Leif Sørensen eru tilnevnd til norðurlendsku matvirðislønina, Embla, ið skal latast um tríggjar mánaðir.
Hesar fýra føroysku tilnevningarnar eru millum tey 185 uppskotini, sum eru komin úr teimum sjey norðurlendsku luttakaralondunum. Hetta er fyrstu ferð, at matvirðislønin, Embla, verður latin.
Endamálið við virðislønini er at styrkja felags norðurlendskan matsamleika og matmentan. Ætlanin er eisini, at hon skal økja um áhugan fyri norðurlendskum mati uttan fyri Norðurlond.
Tað eru bóndafeløgini í Norðurlondum, ið standa á odda fyri virðislønini, sum fyrstu ferð verður latin í Keypmannahavn 24. august. Virðislønin verður latin annaðhvørt ár.