CTD ávirkar ikki nýfødd

CTD ávirkar ikki nýfødd
Líkt er ikki til, at ílegusjúkan, CTD, hevur ávirkan á nýføðingar, staðfestir ein nýggj kanning
Ílegusjúkan, CTD, tykist ikki at ávirka nýføðingar, ið eru eins væl fyri sum tey pinkubørnini, sum ikki verða fødd við CTD
 
15.05.2017 - 09:34

Nýggja greinin um CTD varð fyri stuttum kunngjørd í altjóða tíðarritinum Journal of Inherited Metabolic Disease Reports. Greinin snýr seg um nýfødd vid CTD og lýsir eisini yvirlitskanningina - ella screeningina - av nýføddum.

Nýfødd vid CTD vóru eins væl fyri, tá tey vórðu fødd, sum børn, sum ikki hava CTD, staðfesti kanningin. Eingin munur var heldur á vekt og longd. Tískil tykist CTD ikki at ávirka nýfødd.

Staðfest er eisini, at best er bert at nýta frítt Karnitin til yvirlitskanning av nýføddum. Tað tykist eisini vera fyrimunur at taka blóðroynd 4-9 dagar eftir føðing, í staðin fyri 2-3 dagar eftir føðing, sum verður gjørt við núverandi PKU-kanning. 

Tað er Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum og Ríkissjúkrahúsinum, sum hevur skrivað greinina. Viðhøvundarnir eru frá Ríkissjúkrahúsinum, Statens Serum Institut og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947