- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuáhugin hevur verið dalandi

Jarðfeingi hevur lagt nógv fyri upp undir fjórða útbjóðingarumfar.
Stovnurin hevur verið á ráðstevnum úti í heimi fyri at skapa áhuga í at leita eftir olju undir Føroyum.
Fjórða útbjóðingarumfar noyðist ikki at verða tað seinasta, men lítið sannlíkt er tað, at áhugin verður stórur at leita eftir olju undir Føroyum, um tað ikki eydnast hesaferð. Uttan so at oljuprísurin veksur nógv í framtíðini.
Føroyingar hava droymt um olju síðan bretar funnu stórar mongdir av olju í hetlendskum sjógvi í 60 árunum. Niðanfyri er ein skjót gjøgnumgongd av føroyskari oljusøgu.
Tíðarlinja:
1992
- Poul Schluter, forsætisráðharri, og Atli Dam, løgmaður, skriva undir avtalu, sum letur Føroyum ræði á undirgrundini. Oljudreymurin byrjar av álvara.
2000
- lógin um fyrsta útbjóðingarumfar samtykt á løgtingi.
- almenn lýsing eftir umsóknum til loyvi til oljuleiting - 23 umsóknir frá 17 oljufeløgum komu inn. Tvey av teimum vóru føroysk.
- í august kundi landsstýrismaðurin í oljumálum lata 7 tey fyrstu loyvini.
2003
- á heysti verður gjørt av at fara undir nýtt útbjóðingarumfar á landgrunninum.
2004
- lóg um annað útbjóðingarumfar samtykt í løgtinginum í mai.
- tá freistin var farin, hevði oljumyndugleikin fingið 9 umsóknir frá 5 feløgum.
2008
- triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir kolvetnum letur upp.
- 3 umsóknir komu inn.
2015
- landsstýrið ger av at fyrireika fjórða útbjóðingarumfar.
- 17. mai letur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, útbjóðingarumfarið upp á almennum tiltaki.
(Kelda: Jarðfeingi)