- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kemur rúsdrekkasøla í Vestmanna
Nú kemur rúsdrekkasøla í Vestmanna
Rúsdrekkasølan letur upp nýggja sølubúð í Vestmanna í næstu viku. Úrvalið og upplatingartíðin verða avmarkað

10.05.2017 - 10:15
Talan verður um ein lítlan handil, sum fer at hava avmarkaðar upplatingartíðir hósdag, fríggjadag og leygardag, og vøruúrvalið verður lagað eftir eftirspurninginum.
Frá 1993 til 2015 hevði Rúsdrekkasølan seks sølubúðir. Í mai 2015 læt tann sjeynda upp við Norðskála, og nú ein sølubúð kemur aftrat í Vestmanna, verða tær til samans átta.
Sølubúðin í Vestmanna verður í handlinum á Niðara vegi 81, har ølsøla hevur verið frammanundan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV