Helvtin rindaði onga løn

Helvtin rindaði onga løn
Bara 1.503 av teimum 2.850 parta- og smápartafeløgunum í Føroyum høvdu lønarútreiðslur í 2016
 
10.05.2017 - 13:47

1.503 partafeløg og smápartafeløg í Føroyum rindaðu onga løn í fjør. Tað sæst í yvirliti, sum Løgtingið hevur fingið frá Almannamálaráðnum í sambandi við eitt tingmál um at tekna trygging í dagpengaskipanini.

249 feløg rindaðu bara einum fólki løn í fjør. Sambært yvirlitinum vóru í fjør 133 partafeløg og 106 smápartafeløg, sum høvdu 31 ella fleiri fólk á lønarlistanum. Okkurt um 2.850 partafeløg og smápartafeløg vóru í Føroyum í fjør. 

SÍ EISINI Stjórar fáa dagpengar

Yvirlitið er gjørt fyri Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum, nú fólk, sum stovna partafelag og eru stjórar í felagnum, fara at kunna tekna sjálvbodna trygging hjá dagpeningaskipanini, so tey fáa pengar haðani, um tey gerast sjúk. 

Trivnaðarnevndin kannaði, um ikki bar til at lata lógarbroytingina fevna víðari, so eisini stjórar, sum hava starvsfólk, kunnu tryggja seg. 

Sambært Almannamálaráðnum, hevði tað kostað skipanini í mesta lagi 1,2 milliónir krónur netto, um stjórar, sum hava eitt ella tvey starvsfólk aftur at sær, eisini kunnu tryggja seg og fáa dagpengar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889