- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundraðtals milliónir fyri skeytið

Hagstovnurin í Grønlandi leggur nú trýst á landsstýrið um at almannakunngera eina frágreiðing um nýskipan av grønlendsku fiskivinnuni.
Hetta er ein frágreiðing, sum staðfestir, at Grønland kann fáa útivið 400 milliónir krónur eyka um árið burtur úr fiskivinnuni, um ymiskar nýskipanir verða gjørdar.
Hundraðtals størv hvørva
Men nýskipanirnar fara samstundis at hava við sær, at fleiri flakavirki kring landið mugu lata aftur. Avleiðingin av tí verður, at 430 arbeiðspláss hvørva.
Frágreiðingin var liðug í desember mánað, men er enn ikki almannakunngjørd. Fjølmiðlar í Grønlandi hava tó fingið hendur á henni.
Tað er nevndin í Grønlands Statistik, sum hevur bílagt frágreiðingina frá granskarum á universitetinum í Keypmannahavn. Nevndin heitir nú í tíðindaskrivi á landsstýrið um at almannakunngera frágreiðingina.
Fiskimark takast burtur
Í grønlendska landsstýrinum duga tey ikki at siga, hví frágreiðingin, sum granskarar á Københavns universitet hava gjørt, enn ikki er almannakunngjørd.
Eitt av uppskotunum í frágreiðingini er at taka burtur landingarskylduna hjá rækjutrolarunum og at taka burtur markið millum fiskiskapin á landleiðini.
Júst landingarskyldan heldur í dag lív í flakavirkjunum kring landið og útvegar arbeiðspláss í økjunum. Verður hon tikin burtur, kann hetta hava við sær, at yvir 400 arbeiðspláss hvørva.