Foreldur senda sjúk børn á stovn

Foreldur senda sjúk børn á stovn
Nógv foreldur í Danmark senda børnini á stovn hóast børnini eru sjúk og skuldu verðið heima, kemur fram í nýggjari kanning
Triðja hvørt starvsfólk á stovnum í Danmark hevur eftir bara einari viku tikið ímóti sjúkum børnum. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning
 
08.05.2017 - 11:52

Triðja hvørt starvsfólk á stovnum í Danmark hevur eftir bara einari viku tikið ímóti sjúkum børnum. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, danska fakblaðið, FOA, hevur gjørt.

Blaðið spurdi til samans 995 námsfrøðingar og niðurstøðan er greið: Foreldur í Danmark senda børnini á stovn og dagrøkt hóast børnini eru sjúk, skrivar blaðið.

Triggir av fýra námsfrøðingum svara, at tey minst einaferð um mánaðin taka ímóti børnum, ið eru sjúk. Triðja hvørt starvsfólk sigur seg taka ímóti sjúkum børnum minst einaferð um vikuna.

- Lógin skuldi verið broytt, so foreldur hava rætt til at verða heima hjá sjúkum børnum upp í 15 dagar um árið við løn, sigur Thomas P. Bøje, granskari á Roskilde universitet sambært Politiken.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947