- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið kemur í næstu viku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kod01086_390.jpg?itok=fecinbkK)
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur við útvarpið, at hann í morgin fer at koma við einum tíðindaskrivi um, hvat stendur í semjuni.
Sjálvt uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í næstu viku. Høgni Hoydal sigur, at neyðugt er at brúka hesa vikuna aftrat at fáa uppskotið liðugt.
Neyvan tíð til allar tríggjar viðgerðir
Tað var 24. apríl, at semja varð gjørd millum samráðingarfólkini hjá samgonguni um eina fiskivinnunýskipan. Men onki hevur verið sagt um, hvat stendur í semjuni, men tað verður so kunngjørt í morgin.
Sambært tíðarætlanini hjá Løgtinginum, fer Løgtingið í summarfrí í næstu viku, og tí fær tingið neyvan stundir at hava allar tríggjar viðgerðirnar av uppskotinum fyri summarfrítíðina.
Men Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, segði við útvarpið í síðstu viku, at hann fer at kalla Løgtingið saman aftur í summar, at viðgera uppskotið um fiskivinnunýskipan.
Má avgreiðast fyri ólavsøku
Uppskot, sum ikki eru samtykt, áðrenn nýggj tingseta byrjar á ólavsøku, detta burtur, og mugu tí leggjast framaftur av nýggjum. Tí má Løgtingið avgreiða málið fyri ta tíð.
Øll fiski- og veiðiloyvi fara úr gildi á nýggjárinum, og tí arbeiðir landsstýrið við einari nýggjari fiskivinnunýskipan. Eitt uppskot kemur afturat um fiskivinnunýskipan.
Tað er Sambandsflokkurin, ið kemur við einum uppskoti. Flokkurin hevur tryggjað sær undirskriftir frá samgonguni, so uppskotið kann leggjast fram, hóast tíðarfreistin er farin.