- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin semja - enn
Eingin semja - enn
Ongin semja er um fiskivinnunýskipanina, eftir samráðingarnar á Tvøroyri seinastu dagarnar.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fiskivinna_skip_fiskiskapur.jpg?itok=I_SKFNL0)
20.04.2017 - 08:03
Løgmaður ætlaði, at semja skuldi verða áðrenn Smyril fór norð til Havnar í gjár, men tað eyðnaðist ikki. Nøkur samgongufólk fór norð við Smyrli í gjár, meðan floksformennirnir, formennirnir í tingbólkunum og onnur vórðu verandi á Tvøroyri, og hildu fram at fundast.
Fundast varð til umleið klokkan trý í nátt, men ongin semja varð funnin. Samgongufólkini komu norð við Smyrli í morgun, tí nevndarfundir eru klokkan 9, og løgtingsfundur er klokkan 13:30.
Útvarpið hevur beinleiðis samrøðu við Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í tíðindum klokkan 9.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV