- Ætlanirnar ov víðgongdar

- Ætlanirnar ov víðgongdar
Ætlanirnar hjá Poul Michelsen eru ov víðgongdar, heldur Arni D. Brattaberg, nevndarformaður í Betri P/F
Vit halda okkum hava ein góðan bygna, sum ger, at vit kunna reka okkara samtak javnbjóðis við okkara kappingarneytar
 
08.04.2017 - 09:59

Betri-samtakinum dámar als ikki broytingarnar, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, ætlar at fáa gjørt í teirra fyritøkum, við at broyta lógina.

- Tær eru víðgongdar og bara rættaðar móti okkum, sigur Árni D. Brattaberg, nevndarformaður í Betri P/F.

Tað eru ikki meira enn tvær vikur síðani, at Betri-samtakið kunngjørdi nýggjan leiðslubygnað. Men tann bygnaðurin kann ikki brúkast, fær Poul Michelsen, landsstýrismaður síni uppskot um tvær lógarbroytingar ígjøgnum, sum nú eru sendar til hoyringar.

Tí meðan Súni Schwartz Jacobsen í dag er forstjóri bæði í haldfelagnum Betri P/F, Betri Banka og Betri Trygging, verður ein avleiðingin av uppskotinum hjá Poul Michelsen, at tríggir ymiskir persónur skula vera forstjórar í haldfelagið, banka og tryggingarfelagið.

Men Betri-samtakið dámar ikki uppskotið hjá Poul Michelsen. 

- Vit halda okkum hava ein góðan bygna, sum ger, at vit kunna reka okkara samtak javnbjóðis við okkara kappingarneytar, sigur Arni D. Brattaberg, nevndarformaður í Betri P/F.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109