Vil bøta um viðurskifti hjá doyggjandi sjúklingum

Vil bøta um viðurskifti hjá doyggjandi sjúklingum
Møguleikarnir hjá sjúklingum, at vera heima síðstu tíðina, tey liva, eiga at verða betri, heldur løgtingstingkvinna hjá Tjóðveldi
Í staðin fyri at byggja hospice, eiga vit at bøta um møguleikarnar hjá sjúklingum at vera heima ta seinastu tíðina, heldur tingkvinna
 
29.03.2017 - 10:20

Katrin Kallsberg í Tjóðveldi vil hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, nær skipanin við palliativa toyminum og eindini er eftirmett, og um nøkur ætlan er at stovna hospice í Føroyum.

Katrin Kallsberg sigur, at hóast krabbameinsviðgerðin er batnað, doyggja framvegis nógv av sjúkuni, og palliativa viðgerðin er týðandi partur av tilboðnum til krabbameinssjúklingar.

Skilt verður millum ymisk stig av palliativari viðgerð, eitt nú viðgerð á sjúkrahúsdeildum og í heiminum hjá sjúklinginum.

Fá doyggja heima

Í Føroyum er ikki kannað, hvar palliativir sjúklingar helst vilja doyggja. Men tað er ein sannroynd, at sera fáir krabbameinssjúklingar doyggja heima.

Í 2007 vóru teir 85, ella 14 prosent, sigur Katrin Kallsberg. Eitt hospice í Føroyum kundi givið sjúklingum og avvarðandi góðar karmar, og kundi ment starvsfólkini fakliga.

Krabbameinsætlanin vísir tó á, at vit í fyrstu atløgu, í staðin fyri at byggja hospice, eiga at bøta um møguleikarnar hjá sjúklingum at vera heima ta seinastu tíðina, sigur Katrin Kallsberg í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947