So nógvur fiskur verður boðin út

bannari
So nógvur fiskur verður boðin út
Ymiskt verður, hvussu rættindi at fiska ymisk fiskasløg verða boðin út til sølu, sambært uppskotinum hjá samgonguni um fiskivinnuskipan
Nøgdin á toski í føroyskum sjógvi, sum fer upp um 10.000 tons, verður boðin út
 
08.03.2017 - 12:21

Føroyskir reiðarar skulu fyrireika seg til broyttar umstøður, kemur uppskotið um fiskivinnunýskipan hjá landsstýrinum í gildi.

Teir skulu venja seg við nýggjar antitrustreglur, sum er eitt hámark fyri, hvussu stórt einstaka reiðaríið kann vera, og eisini skulu teir venja seg við, at ein partur av fiskirættindunum má keypast á uppboði.

Út frá uppskotinum fara verandi reiðarar eisini at varðveita ein størri part av ávísum fiskasløgum enn av øðrum.

Botnfiskur í føroyskur sjógvi

Fyri botnfisk í føroyskum sjógvi verður tað soleiðis, at tann parturin av heildarkvotuni, sum fer upp um eitt ásett tonsatal verður boðið út.

Fyri tosk er hetta talið 10.000 tons. Er heildarkvotan fyri tosk til dømis 15.000 tons, verður ein triðingur av toski í føroyskum sjógvi boðin út.

Botnfiskur í útlendskum sjógvi

Øðrvísi er við botnfiski í útlendskum sjógvi, tí tá er tað nøgdin, sum fer upp um miðal av føroysku heildarkvotunum seinastu 10 árini, sum verður boðin út á uppboðssølu.

Miðalheildarkvotan árini 2007 til 2016 av botnfiski í norskum og russiskum sjógvi og við Svalbard var góð 22.000 tons. Heildarkvotan í 2016 var smá 31.000 tons. Sostatt kundu góð 8.000 tons, umleið ein fjórðingur, av fiskinum har verið boðin út í 2016.

Uppsjóvarfiskur

Í uppsjóvarvinnuni leggur uppskotið til ein heilt annan leist at gera av, hvussu nógv skal bjóðast út. Her verða fyrst 20% av føroysku heildarkvotuni bjóðað út sum stutttíðarrættindi.

Av tí, sum er eftir, sleppa verandi aktørar at varðveita tann partin av kvotuni, sum er á sama støði sum føroyska heildarkvotan var á 31. desember 2007 - stutt undan, at uppsjóvarfiskiskapurin í Norðuratlantshavi gjørdi eitt skarvslop. Tann parturin, sum í dag fer upp um støðið í 2007, verður eisini boðin út.

Av makreli hevði sostatt ein triðingur verið boðin út í dag, um hesin leisturin verður brúktur, meðan heili 74% av norðhavssild hevði verið boðin út.

Uppskot hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155