- Tíðindi, mentan og ítróttur
MEST skal byggja alibátar
MEST skal byggja alibátar
Skipasmiðjan MEST hevur gjørt sáttmála við Bakkafrost um at smíða tvær tvíkiljur aftrat

MEST hevur frammanundan smíðað tvær tvíkiljur til Bakkafrost. Nú skal skipasmiðjan gera tvær tvíkiljur afturat til alifyritøkuna
02.03.2017 - 08:43
MEST hevur frammanundan smíðað tvær tvíkiljur til Bakkafrost. Onnur varð latin í februar, og hin verður latin um miðjan mars. Alt arbeiðið er gjørt í Føroyum, eisini skrokkurin.
Tær báðar tvíkiljurnar, sum sáttmáli nú er gjørdur um, verða nýbygningur nummar 112 og 113 á Mest. Onnur verður 15 metrar long og sjey metrar breið, og hin verður 14 metrar long og seks metrar breið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV