Stúra fyri at ráðið verður politiskt

Stúra fyri at ráðið verður politiskt
Vísindasiðsemisnevndin hevur síni fyrivarni, nú eitt etiskt ráð skal stovnast í Føroyum
 
01.03.2017 - 11:30

Vísindasiðsemisnevndin setur spurnartekin við, um Etiska ráðið, sum landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur skotið upp at seta á stovn, ikki verður politiskt mannað, tí landsstýrisfólkini, sum skulu skjóta limirnar upp, umboða politisku flokkarnar.

Vísindasiðsemisnevndin sigur eisini í sínum hoyringarskrivi, at ov nógv fólk fara at manna ráðið, um vit sammeta okkum við Danmark. Har hevur etiska ráðið 17 limir.

SÍ EISINI Føroyar fáa nú etiskt ráð

Sambært uppskotinum hjá Sirið Stenberg skulu níggju fólk manna ráðið. Upprunaliga var ætlanin, at sjey limir skuldu vera í Etiska ráðnum, men eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, er talið hækkað upp í níggju limir

Limirnir skulu sita í fýra ár í senn, og teir skulu ráðgeva løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum. Ráðið skal eisini upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947