Kanning: Ung bíða leingi eftir hjálp

Kanning: Ung bíða leingi eftir hjálp
Ung í Føroyum, sum gerast sálarsjúk, bíða leingi eftir at fáa hjálp, sambært norðurlendskari kanning
 
01.03.2017 - 10:29

Tá tey so endiliga fáa hjálpina, krevst størri viðgerð, og sannlíkindini fyri at venda aftur til ein vanligan gerandisdag eru nógv minni. Tað sigur ein norðurlendsk kanning.

Kanningar siga eisini, at fjórða hvørt fólk í aldrinum 18 til 29 ár sigur seg hava upplivað ringa sálarheilsu.

Og fimta hvørt fólk sigur, at tey, áðrenn tey fyltu 14 ár, høvdu sálarligar trupulleikar, sum gjørdi lív teirra trupult.

Luttekur á toppfundi í Oslo

Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í røðu, sum hon helt á norðurlendskum toppfundi um sálarheilsu í Oslo.

Hon greiddi eisini fundinum frá arbeiðsbólkinum, sum er settur at gera heildarætlan um psykiatri í Føroyum. Bólkurin hevur havt sín fyrsta fund. 11 fólk eru í bólkinum.

Sirið Stenberg sigur, at málið við heildarætlanini er at tryggja, at øll við sálarsjúku fáa eina javnbjóðis, dygdargóða og trygga tænastu so tætt at gerandislívinum sum til ber. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947