Fyrireika fjórða leitiumfar

Fyrireika fjórða leitiumfar
Poul Michelsen, landsstýrsmaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um fjórða útbjóðingarumfar at leita og framleiða kolvetni á føroyska landgrunninum
 
01.03.2017 - 08:29

Hóast 16 ár eru liðin, síðani fyrstu loyvini vórðu latin, hevur tað ikki eydnast at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum. Hinvegin er staðfest, at ein virkin kolvetnisskipan er á føroyskum øki. 

Stóri spurningurin, sum nú verður roynt at fáa greiði á, er, hvat rakstrarverdu nøgdirnar eru, soleiðis at farast kann undir veruliga framleiðslu á føroyskum øki, sigur uttanríkis- og vinnumálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið.

Feløg hava víst áhuga

Í øllum trimum útbjóðingarumførum, sum hava verið, hevur verið áhugi at bjóða upp á øki at leita á. 

Eisini hava tvey loyvi verið latin eftir Open door-skipanini, har eitt oljufelag av sínum eintingum bað um loyvi at kanna eitt øki, sum frammanundan varð boðið út sambært útbjóðingarlógini. 

Økið, sum mælt verður til at bjóða út í fjórða útbjóðingarumfari, er umleið 32.000 ferkilometrar til víddar. Tað er eystan fyri Hetlandsrennuna og í ein útsynning úr Føroyum. 

Kolvetnislógin broytast

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur eisini skotið upp at broyta kolvetnislógina soleiðis, at møguleiki verður at leingja leitiloyvi upp í fýra ár í senn. 

Alt leitingarskeiðið kann tó framvegis vera í mesta lagi 16 ár. Eftir galdandi lóg ber til at leingja leitingarloyvi tvey ár í senn.

Við broytingini verða betri møguleikar fyri einari smidligari umsiting av loyvi til at leita og framleiða kolvetni, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889