- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar fáa nú etiskt ráð
Nær byrjar lívið. Og hvørji rættindi hava doyggjandi?
Føroyar fáa nú eisini eitt Etiskt ráð, ið skal viðgera teir heilt stóru spurningarnar; lógin fyri Etiska ráðið varð týsdagin lagt fyri Løgtingið.
Teir níggju limirnir skulu sita í fýra ár í senn, og teir skulu ráðgeva Løgtingi, landsstýrisfólkum og almennum myndugleikum í etiskum spurningum; ráðið skal eisini upplýsa almenningin og taka etiskar spurningar til umrøðu í almenninginum.
Ráðið víðkað
Upprunaliga var ætlanin, at sjey limir skuldu vera í Etiska ráðnum, men eftir at uppskotið hevur verið til hoyringar, er talið hækkað upp í níggju limir.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum og ein nevndarlim. Harafturat velur landsstýrismaðurin í heilsumálum:
- Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í almannamálum
- Ein lim eftir tilmæli frá Kommunufelagnum
- Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum
- Ein lim eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í kirkjumálum
- og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum á Løgtingi
Sagt verður í lógaruppskotinum, at tey, ið verða tilnevnd í Etiska ráðið, skulu hava innlit í etisk, mentanarlig, samfelagslig og faklig viðurskifti, ið hava týdning fyri virkið hjá ráðnum.
Virksemið hjá ráðnum avmarkast
Etiska ráðið skal fremja kjak og vitan um heilsufakligar spurningar. Ráðið hevur skyldu til at fylgja við á tí lívtøkniliga og ílegutøkniliga økinum, tað er bio- og genteknologi.
Men Etiska ráðið skal ikki viðgera spurningar um umhvørvi og náttúru, tí so verður virkisøkið ov breitt, verður sagt í uppskotinum.
Etiska ráðið er óheft og velur sjálvt tey evni og teir spurningar, sum verða tiknir til viðgerðar. Borgarar kunnu eisini leggja mál fyri Etiska ráðið, sum ráðið so kann taka støðu til.
Kostar 560.000 um árið
Virkisøki hjá Etiska ráðnum er teir etisku spurningar, sum knýta seg til gransking og nýtslu av lív- og ílegutøkni. Dømi um mál, sum Etiska ráðið kann taka upp, eru granskingarverkætlanir um nøringartøkni, fosturdiagnostikk ella nýtslu av gitnum menniskjaeggum og -fostrum.
Onnur viðkvom mál, sum Etiska ráðið kann viðgera, er(u) viðgerð og umsorgan fyri doyggjandi, etiskir spurningar um, nær lívið byrjar, og eisini spurningar um at býta tilfeingið á heilsuøkinum rættvíst, verður sagt í uppskotinum.
Mett verður, at útreiðslurnar til Etiska ráðið og skrivstovuhald tilsamans verða umleið 560.000 krónur árliga. Skotið verður upp, at eitt fólk verður sett at taka sær av dagligu umsitingini hjá ráðnum.