Samráðingar ikki lidnar

Samráðingar ikki lidnar
Framvegis er ógreitt, hvør stendur aftanfyri uppskotið hjá Høgna Hoydal um at nýskipa fiskivinnuna
 
28.02.2017 - 12:26

Klokkan tvey seinnapartin er evsta mark at lata løgtingsumsitingini lógaruppskot, ið skulu viðgerast í hesari tingsetuni, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur áður sagt, at hendan freistin verður hildin.

Samráðingarnar millum samgonguna og Sambandsflokkin hildu fram í gjár, men enn vil eingin siga, um nøkur semja er millum partarnar. Høgni Hoydal var ikki at hitta fyrrapartin.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum hevur verið í realitetssamráðingum við samgonguna síðstu vikurnar.

Flokkurin hevur tó tryggjað sær, at verður eingin semja við samgonguna, so sleppur flokkurin kortini at leggja fram sítt egna nýskipanaruppskot.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117