Fyrireika nú eldrabústaðir

Fyrireika nú eldrabústaðir
Tórshavnar kommuna fer á býráðsfundinum hóskvøldið undir at fyrireika íbúðabygging til eldri fólk
 
28.02.2017 - 08:02

Uppskot er um at seta fyrireikandi verkætlanarbólk og politiskan fylgibólk og játta eina millión krónur til fyrireikingarnar. Í politiska fylgibólkinum vera Eldranevndin hjá býráðnum og borgarstjórin.

Í endurskoðaðu íløguætlanini hjá kommununi fyri 2017 eru settar av 3,5 milliónir krónur til kanningar, uppskot um verkætlan og annað.

Verkætlanarfólk setast

Til at leiða og samskipa arbeiðið og tryggja støðuga framgongd verður mett neyðugt at keypa inn verkætlanarfólk fulla tíð, í fyrstu atløgu fram til 31. desember 2017.

Fyrsta fyrireikingin skal vera liðug í seinasta lagi 30. juni í ár. Tá eigur at vera greitt, hvørjar bústaðarloysnir og hvussu nógv stovnpláss og leiguíbúðir, farast skal eftir næstu trý-fýra árini og í 12 ára skeiðinum til 2023.

Fyrstu byggiverkætlanirnar eiga at verða komnar so langt áleiðis, at klárt er at byggja í seinnu hálvu í 2018, stendur í skránni fyri býráðsfundin hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947