Bakkafrost fingið nýtt tænastuskip

Bakkafrost fingið nýtt tænastuskip
Nýggja tænastuskipið hjá Bakkafrosti, Martin, kom á Havnina úr Noregi í morgun. Skipið fer væntandi longu til verka í morgin
Tænastuskipið, Martin, hjá Bakkafrosti, kom í morgun á Havnina
Mynd: KvF  
 
27.02.2017 - 14:40

Á afturdekkinum er sett upp útgerð at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Leygardagin 4. mars verður móttøka um borð á Martini, og tá verður eisini opið skip

Samstundis sum Martin er komin til Føroya hevur Bakkafrost undirskrivað sáttmála um eitt skip afturat. Tað skal eita Róland, sum var annar bróðir Hans á Bakka. 

Tá eru teir tríggir brøðurnir, sum stovnaðu Bakkafrost í 1968, kallaðir upp við hesum trimum tænastuskipunum hjá Bakkafrosti.

Róland skal eisini brúkast til at at reina laksin fyri lús við flógvum sjógvi. Róland verður skrásettur í Føroyum hálvan mars. Væntandi verður skipið klárt at fara í vinnu í juni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117