Sluppu ikki at landa

Sluppu ikki at landa
Eitt íslendskt skip, sum var á veg til Fuglafjarðar við lodnu, fekk ikki loyvi at landa
Íslendska skipið, Margrét, slapp ikki at landa lodnu í Føroyum
 
23.02.2017 - 13:20

Íslendska skipið, Margrét, slapp ikki at landa lodnu í Føroyum. Skipið var á veg til Fuglafjarðar við góðum 1.000 tonsum.

Ætlanin var at landa lodnuna til matna hjá Pelagos. Prísurin fyri fiskin var avtalaður.

Men tá skipið var á veg til Føroya, fekk tað boð um, at tað fekk ikki loyvi at landa í Føroyum, sigur Jóhann Páll Joensen, stjóri á Pelagos.

Íslendsk skip skulu landa lodnuna í Íslandi. Men tey kunnu fáa undantaksloyvi til at landa uttanlands. Íslendingar hava strangar reglur um lodnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117