Viðgera cannabis til sjúkuviðgerð

Viðgera cannabis til sjúkuviðgerð
Landsstýriskvinnan í heilsumálum skal nú fortelja Løgtinginum, um ætlanir eru um at bjóða sjúklingum í Føroyum cannabis til viðgerðir
 
21.02.2017 - 11:36

Nú verður spurningurin um Cannabis til føroyskar sjúklingar viðgjørdur í Løgtinginum. Tað er Jenis av Rana, løgtingsmaður og kommunulækni, sum hevur reist fyrispurningin.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, verður biðin upplýsa fyri Løgtinginum, um føroyski heilsumyndugleikin hevur ætlanir um at bjóða føroyskum sjúklingum somu royndarskipan við cannabisúrdráttum, sum danska fólkatingið hevur samtykt at bjóða donskum sjúklingum.

1200 sjúklingar í Danmark í royndarskipan

Danska Fólkatingið samtykti í november í fjør, at danskir sjúklingar frá 2018, í eini fýra ára royndarskipan, fara at fáa møguleika at verða viðgjørdir við nattúrligum cannabisúrdráttum.

Talan er um nýtslu til ávísar sjúklingar við ávísum nærri nágreinaðum sjúkueyðkennum, eitt nú sclerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar, har cannabis kann linna pínu og aðrar avleiðingar.

Royndarætlanin í Danmark væntast at fara at fevna um einar 1200 sjúklingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946