Vóna at kunna uppbyggja marknað í Evropa

Vóna at kunna uppbyggja marknað í Evropa
Vestmanna Seafood er við at byggja upp ein nýggjan marknað fyri makreli í Evropa, sigur Eyðun Olsen, stjóri á Vestmanna Seafood
 
20.02.2017 - 13:16

27. januar lýsti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eina kunngerð um tey 4.500 tonsini av makreli, sum eru oyramerkt til fiskivinnuroyndir í 2017.

Næstan helvtin av felagskvotuni, 2100 tons, fór til Vestmanna, har uppsjóvarskipið FRAM skal fiska tað, og tað skal landast til Vestmanna Seafood, ið skal gera royndir.

900 av hesum vóru í ES-sjógvi. Tí mátti Høgni Hoydal taka kvotur aftur frá teimum, sum longu høvdu fingið tillutað ES-kvotur í desember í 2016.

Tryggjað rávøru í nakrar mánaðir

Við royndarkvotunum er Vestmanna Seafood tryggjað rávøru í nakrar mánaðir fram, og tað er av stórum týdningi fyri virkið, sigur Eyðun Olsen.

Men hvat er tað nýggja, sum fiskavirkið í Vestmanna skal brúka kvoturnar til? Eyðun Olsen vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið í dag.

Tað nýggja liggur í, at makrelurin verður frystur hvør sær heldur enn í blokki, so hann kann takast fram aftur og pakkast í smærri pakkum uppá eitt til tvey kilo, fortelur hann.

Óvissa um prísin

Keyparin eru handlar og hotelketur og marknaðurin er í størri mun Evropa. Formaðurin í felagnum Nótaskip vildi í Norðlýsinum 2. februar vera við, at einki nýtt er í at frysta makrelin, men stjórin í Vestmanna Seafood vísir hesum aftur. 

- Í dag frysta vit makrel í 20 kilo eskjum, sum verða seldar til Rusland, men vit royna at byggja ein marknað upp í Evropa til hotelketur og handlar, sigur Eyðun Olsen. 

Hann vil ikki gera nakra viðmerking til hvussu prísurin verður avgjørdur, nú eigarin í FRAM er nevndarformaður í Vestmanna Seafood, ið sambært lóg skal hava makrelin, tá hann verður landaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278