Kanna umstøður at reka vinnu

Kanna umstøður at reka vinnu
Føroya Arbeiðsgevarafelag er farið undir at kanna umstøðurnar at reka vinnu í kommunum kring landið
 
20.02.2017 - 08:02

Lokalu umstøðurnar at reka vinnu, eru týðandi fyri at tryggja føroyskum fyritøkum kappingarføri og møguleika fyri at vaksa.

Hetta er fyrstu ferð, at kanning av hesum slagi verður gjørd í Føroyum, og hon tekur útgangsstøði í líknandi kanningum, sum verða gjørdar í Noregi, Svøríki og Danmark, og so kunnu úrslitini samanberast.

Kanna vakstrarmøguleikarnar

Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at vanliga eru tað teir yvirskipaðu vinnukarmarnir, sum eru undir luppinum.

Men tær lokalu umstøðurnar at reka vinnu eiga ikki at gloymast, millum annað kommunala tænastustigið og møguleikin at vaksa.

Endamálið við kanningini er, at kommunur og fyritøkurnar á staðnum kunnu brúka úrslitini til at bøta um umstøðurnar, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117