Útflutningurin vaks nógv

Útflutningurin vaks nógv
Føroyski útflutningurin í fjør vaks meira enn eina milliard krónur, ella 16 prosent,
 
18.02.2017 - 09:24

Í fjør varð útflutt fyri umleið átta milliardir krónur tilsamans, og tað er laksaútflutningurin, sum ger mun. Laksaútflutningurin vaks 31 prosent, ella 862 milliónir kr. meira enn árið fyri. 

Í fjør varð laksur seldur fyri umleið 3,7 milliardir kr., og tað eru umleið helvtin av øllum útflutninginum av fiskavørum.

Meira er eisini útflutt av makreli og svartkjafti, men sildaútflutningurin er minkaður.

Fyri fyrstu ferð fór útflutningurin av makreli upp um milliardina í fjør.

Botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa minkaðu í virði, men vuksu í nøgd.

Aftur í fjør var Russland tað landið, sum vit selja mest til. Umleiði ein fjórðingur av øllum útflutninginum fór Russlandi, 1,9 milliardir kr.

USA keypti fyri 900 milliónir, ella 11 prosent, og á triðja plássi er Bretland. Síðani koma Danmark og Kina.

Umleið helvtin av útflutninginum til Russlands er laksur. Russar keyptu makrel fyri hálva milliard og sild fyri 300 milliónir kr. 

Útflutningurin til USA eru burturav laksur. 

Bretland keypti laks fyri 400 milliónir kr. í fjør og tosk fyri 284 milliónir. 

35 prosent av útflutninginum til Bretlans er laksur, og 92 prosent av øllum, sum vit selja til Kina, er laksur, vísa tølini hjá Hagstovuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278