Stevningin kanska tikin aftur

Stevningin kanska tikin aftur
Samskifti er millum formannin í Eik og Jørn Astrup Hansen um stevningina av honum, og seinni í dag er nevndarfundur í bankanum
 
17.02.2017 - 12:25

Nevndarformaðurin í Eik Banka er ikki so avgjørdur um stevningina móti Jørn Astrup Hansen, sum forstjóri bankans er.

Torben Nielsen sigur við Berlingske Business, at kanska verður stevningin um ærumeiðing tikin aftur. Hann sigur, at hann tosar við Jørn Astrup Hansen.

Ikki tosað við nevndina enn

Um til ber at fáa semju um eina loysn, verður stevningin tikin aftur. Men Torben Nielsen sigur, at hann hevur ikki tosað við nevndina í Eik um hetta enn.

Jørn Astrup Hansen sigur við Berlingske Business, at hann vónar, at nevndarformaðurin fær endað málið soleiðis, at ikki ov nógv fáa skaða, sum hann sigur.

Hann sigur, at fimm nevndarlimir kenna ikki málið sum so. Teir hava bara hoyrt um tað. Bara tveir í nevndini kenna málið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117