Sending av Pamol-tablettum tiknar aftur

Sending av Pamol-tablettum tiknar aftur
Funnar eru tvey sløg av ókendum tablettum í tveimum pakkum við pínustillandi Pamol-tablettum
 
17.02.2017 - 06:22


Framleiðarin, Takeda Pharma upplýsir, at í løtuni vita tey ikki, hvat slag av tablettum eru funnin í pakkunum.

Men sagt verður í tíðindaskrivi, at álvarsligur vandi kann verða fyri sjúklingar.

Framleiðarin tekur aftur 500 milligram-Pamol-tablettir í pakkum við 300 tablettum í. Tað er ikki greitt, hvussu nógvir pakkar eru seldir.

- Takeda Pharma tekur málið í størsta álvara og kannar tað til fulnar, - eitt nú skjalprógv fyri framleiðsluna av tablettunum, stendur í tíðindaskrivi, sambært Ritzau.

Seldar í ár

Talan er um stórar pakkar av Pamol, sum eru keyptir upp á resept, og tí er tær bara keypta á Apotekum ella sjúkrahús-apotekum.

Pamol-pakkarnir hava eitt seriu-nummar, sum stendur á síðuni á pakkanum, og tú kanst á heimasíðu okkara, kvf.fo, síggja, nummarið, sum talan er um. Pakkarnir eru seldir síðani januar 2017.

- Mælt verður til, at sjúklingar, avvarandi og røktarstarvsfólk, sum hava tikið í móti Pamol við hesum seriunummari, ikki brúka tablettirnar, men lata tær aftur til apotekið sum skjótast, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946