Ferðaskrivstova hartað fyri lýsing

Ferðaskrivstova hartað fyri lýsing
Brúkaraumboðið hevur átalað framferðarháttin hjá eini ferðaskrivstovu, ið lýsti við eini ferð, sum kortini ikki var so bílig
Brúkaraumboðið hartar eina ferðaskrivstovu, tí samsvar ikki var millum lýsta prísin á eini ferð og prísin, fólk skuldu gjalda. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið
 
16.02.2017 - 08:35

Tað er at bróta lógina um marknaðarføring at lýsa við ferðum, sum kosta meira enn sagt verður í lýsingini.

Brúkaraumboðið gjørdi eina ferðaskrivstovu varuga við, at hon á Facebook hevði eina lýsing, sum bað fólk bíleggja eina uttanlandsferð í dag fyri bara 1.800 kr.

Men tað vísti seg, sambært heimasíðuni hjá ferðaskrivstovuni, at ferðin kostaði 6.900 krónur.

Ferðaskrivstovan umbar seg

Ferðaskrivstovan umbar seg við, at møguligt var at bíleggja ferðina fyri 1.800 krónur, og so fingu fólk eitt skrivligt tilboð við ávísum hotelli og øllum prísinum. 

Men Brúkaraumboðið helt fast um, at lýsingin kundi skiljast soleiðis, at ferðin kostaði 1.800 krónur.

Tá ein prísur verður upplýstur í einari lýsing, skal allur prísurin upplýsast og ikki bara frammanundangjaldið. Ferðaskrivstovan steðgaði lýsingini eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117