Kanna reyðæti nærri

Kanna reyðæti nærri
Í ár og næsta ár verður kannað, um til ber at royna eftir reyðæti í Bankarennuni
Reyðæti á djúpum vatni í Bankarennuni verður kannað á trimum túrum hjá Magnusi Heimasoni fyri at vita, um reyðæti kann veiðast í vinnuligum nøgdum á heysti og vetri
 
13.02.2017 - 15:58

Reyðæti á djúpum vatni í Bankarennuni verður kannað á trimum túrum hjá Magnusi Heimasoni fyri at vita, um reyðæti kann veiðast í vinnuligum nøgdum á heysti og vetri.

Fiskimálaráðið hevur játtað 218.000 krónur í ár og 68.000 krónur næsta ár hesa verkætlan, at kann reyðæti í Bankarennuni.

Tríggir túrar hjá Magnusi Heinasoni eru í ár settir av til at kanna reyðæti, útbreiðslu og nøgd, vestanfyri. Harafturat verður tíð tikin av trimum øðrum túrum til hesar kanningar.

Byrjar túrarnar hesa vikuna

Mikudagin fer Magnus Heinason á sína fyrstu kanningarferð í ár. Á ársins fyrstu ferð eru sum vant hydrografiskar kanningar, har sum hitin, saltið og annað í sjónum verður mátað. 

Ein ætlan er gjørd fyri árið hjá Magnusi Heinasoni. Sambært henni verða 25 kanningarferðir í ár.

Í juni er ein vika sett av til at kanna, hvussu víða um korallir eru. Í oktober eru tvær vikur settar av at kanna svartkalva, útbreiðslu og nøgd hesa tíðina á árinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117