572 fleiri løntakarar

572 fleiri løntakarar
Nógv fleiri fólk vóru virkin á føroyska arbeiðsmarknaðinum í fjør enn fyrraárið. Serliga byggivinnan og almennar tænastur, sum hava havt vøkstur
 
11.02.2017 - 15:58

Í november 2016 vóru 25.525 løntakarar. Hetta eru heili 572 fleiri enn í november 2015.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Við løntakarar sipar hagstovan til øll fólk í aldrinum 16 til 74 ár, sum hava havt eina lønarinntøku, sum er í minsta lagi ein dagsløn um mánaðin, og sum er skrásett í skattaskipanini.

 

Vøkstur hvørt ár síðan 2013

Síðan 2013 hevur tað verið ein stórur vøkstur í løntakaratalinum hvørt ár. Og vøksturin í ár er lægri enn vøksturin undanfarin ár.

Hóast yvirskipaða vøksturin, so eru ávísar vinnugreinar, øki og aldursbólkar, sum hava afturgongd í løntakaratalinum.

Tað var í 2007, at tað vóru flestir løntakarar, næstan 26.000. Men eftir fíggjarkreppuna í 2008 minkaði talið við 2.500 løntakarum fram til 2011. Tá vóru 23.300 løntakarar. Ikki fyrr enn í 2014 kom verulig framgongd aftur. Nú hevur verið stórur vøkstur í trý ár á rað, og arbeiðsmarknaðurin er næstan komin á sama støði sum hann var í 2007.

 

Størst framgongd í byggivinnuni

Millum vinnugreinarnar hava bara fiski- og alivinnan havt afturgongd í løntakaratalinum. Har er afturgongdin 0,2 prosent.

Í byggivinnuni er størsta lutfalsliga framgongdin. 184 fólk fleiri arbeiddu í byggivinnuni 2016. Tað er ein vøkstur á heili 5,3 prosent. Byggivinnan var helst tann vinnugreinin, sum var harðast rakt av fíggjarkreppuni í 2008.

Í privatu tænastuvinnuni var eisini ein lítil vøkstur, men størsti vøksturin í tali var innan almennar tænastur, har løgdust 290 fólk afturat í 2016 í mun til árið fyri.

 

Suðuroyggin haltar enn

Framgongdin ger seg galdandi í øllum sýslum uttan Suðuroyar sýslu. Har var at kalla ongin broyting, hvørki til tað betra ella til tað verra.

Størsta framgongdin í tali var í Streymoyar sýslu, men størsta lutfalsliga framgongdin var í Sandoyar og Vága sýslu.

Framgongd var tó í øllum aldursbólkum, og har er tað serliga merkisvert, at fleiri og fleiri pensjónistar eru løntakarar. Henda gongdin hevur gjørt seg galdandi síðan 2005, og hon kemur av, at arbeiðsstyrkin sum heild gerst eldri. Av somu orsøk eru eisini færri fólk undir 40 ár, sum eru løntakarar í mun til 2007, tá ið talið var hægst.

 

Kynsbýttur arbeiðsmarknaður

Hóast talið á manligum og kvinnuligum løntakarum ikki liggja langt frá hvørjum øðrum, er føroyski arbeiðsmarknaðurin sera kynsbýttur, tí tað er enn stórur munur á, hvar kvinnur og menn arbeiða.

Kvinnurnar eru í stórum meiriluta í almennum tænastum, tað verið seg heilsu- og almannaverk og hjá kommunum. Hinvegin eru næstan bara menn, sum til dømis byggja og fiska.

Í fiskavøruídnað, undirvísing, handli og umvæling er kynsbýtið meira javnt.

Tølini á løntakarum benda á, at tað er javnt býtt millum kynini, men lønarútgjaldingar vísa, at mennirnir vinna 60% av lønini meðan kvinnurnar vinna 40%. Hetta kemur serliga av, at menn og kvinnur ikki arbeiða líka nógv. Kvinnurnar standa fyri meginpartinum av partstíðararbeiðnum.

Meira nágreiniligar upplýsingar kunnu lesast á Hagstova.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278