Avgerðin verður ikki broytt

Avgerðin verður ikki broytt
Avgerðin hjá TAKS um skattfrádráttin hjá Eik banka er endalig. Eik hevur ikki rætt til nakran frádrátt
 
08.02.2017 - 08:16

Eik banki kann ikki draga hálva milliard krónur frá í skatti og fáa millum 45 og 90 milliónir krónur í skattalætta.

Tað hevur TAKS boðað Eik frá. Og Eik tekur avgerðina til eftirtektar og ger ikki meira við málið.

Málið liðugt fyri Eik

- Vit hava gjørt eina heildarmeting og í samráði við eigaran avgjørt ikki at kæra avgerðina hjá TAKS. 

- Tað harmar okkum, at málið hevur fingið ta umrøðu, sum tað hevur fingið í almenna rúminum. 

- Talan er um eitt skattatekniskt mál, sum niðurstøða nú er gjørd um, og fyri okkara viðkomandi er málið nú liðugt, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik banka.

Null vert skattliga

TF Holding eigur Eik banka. TAKS sigur, at hallið, 500 mió. kr., sum var í sambandi við, at nýggi Eik banki tók við 70 prosentum av gamla bankanum í 2011, er vissuliga skattligt goodwill hjá nýggja bankanum.

Men, sigur TAKS eisini, at hetta goodwill gevur ikki Eik rætt til nakran skattafrádrátt, tí tað er null vert skattliga. 

TAKS sigur, at talan er um avhending 1. oktober 2010 millum heftar partar. TAKS hevur út frá hesum gjørt sína meting av virðinum á goodwill. 

TAKS metir, sambært tíðindaskrivi frá Eik, at prísurin fyri 70 prosent av partabrøvunum, sum Fíggjarligt støðufesti seldi TF Holding á vári 2011, er besta boðið upp á upprunastøði. Tað ger, at skattliga goodwill má metast at hava eitt virði, sum er 0 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255