Logan Air sleppur at flúgva uppá Føroyar

Logan Air sleppur at flúgva uppá Føroyar
Skotska flogfelagið hevur fingið loyvi at flúgva millum Vágar og Aberdeen í summarhálvuni
 
31.01.2017 - 11:36

Bæði Vinnumálaráðið og danska Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen hava viðgjørt umsóknina frá Logan Air, og felagið hevur nú fingið loyvi at flúgva millum Vágar og Aberdeen.

Tað váttar Vinnumálaráðið í dag. Hetta gevur skotska flogfelagnum loyvi at flúgva millum Føroyar og Skotland hvønn fríggjadag og sunnudag í summarhálvuni - frá 28. mei til 31. august.

Umframt Logan Air hevur eisini SAS søkt um loyvi at flúgva millum Føroyar og Danmark, tann umsóknin er ikki liðugt viðgjørd enn.

Umsóknin hjá SAS verður væntandi liðugt avgreidd í næstum, og so verður eitt tilmæli sent til danska Trafik-, Bolig- og Byggestyrelsen at taka endaliga støðu, siga tey á Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117