Samráðast við MEST

Samráðast við MEST
Fiskimálaráðið fer undir samráðingar við MEST hóast ein útlendsk skipasmiðja hevði nógv lægri tilboð
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at fara undir samráðingar við skipasmiðjuna MEST um at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip
 
30.01.2017 - 13:09

Fiskimálaráðið hevur gjørt av at fara undir samráðingar við skipasmiðjuna MEST um at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip.

Tað ger Fiskimálaráðið, hóast ein norsk skipasmiðja hevði nógv lægri tilboð enn MEST.

Norska tilboðið leyk ikki krøvini

Men í eftirkanningini av tilboðunum varð staðfest, at lægsta boðið frá Skipasmiðjuni SIMEK í Noregi ikki leyk spesifikasjónskrøvini.

Samráðingarnar við MEST eru treytaðar av, at Løgtingið er sinnað at hækka játtanina í verklagslógini úr teimum upprunaligu 215 milliónir krónur. Tilboðið frá MEST var 264,1 mió. kr.

Málið hevur verið á landsstýrisfundi, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið undirtøku fyri at bera uppskot í Løgtingið um at hækka játtanina í verklagslógini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117