Gera nýggjan býling á Strondum

Gera nýggjan býling á Strondum
Ein íbúðarbýlingur á Strondum verður í løtuni gjørdur klárur, har arbeiðsfólk hjá Eysturoyartunlinum skulu búgva tey næstu árini
Her á Haraldsheyggi á Strondum verður í løtuni gjørt klárt til 24 íbúðir, sum arbeiðsfólkið, ið skal gera Eysturoyartunnilin, skal búgva í
Mynd: Sjóvar kommuna  
 
29.01.2017 - 09:44

Síðsta hondin verður í løtuni lagt á eitt íbúðarøki á Strondum, har til samans 24 íbúðir til arbeiðsfólk í Eysturoyartunlinum skulu byggjast.

Fólk og maskinur hava í eina tíð gjørt økið klárt til arbeiði byrjar í tunlinum, og nógv arbeiðsfólk koma at hava sína gongd í økinum.

Økið, har arbeiðsfólkið skal sova og eta, hevur fingið sína egnu innkoyring, og fundamentini til tær 24 íbúðirnar eru klár, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni.

Latast aftur í sama standi

Tá ið tunnilsverkætlanin er liðug, og arbeiðið verður riggað av aftur, skal økið latast aftur soleiðis sum Sjóvar kommuna vil hava tað, sigur kommunan.

Nógva arbeiðið í samband við Eysturoyartunnilin fer at elva til eftirspurning og arbeiði hjá vinnulívinum í økinum, heldur Sjóvar kommuna.

Nógvar maskinur, ið skulu brúkast til arbeiðið í Eysturoyartunlinum, koma um vikuskiftið á Skálafjørðin við Eystnesi hjá Smyril Line.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117