Kvoturnar tvífaldaðar

Kvoturnar tvífaldaðar
Føroyska kvotan eftir svartkjafti í ár verður 476.901 tons, og kvotan av norðhavssild verður 125.597 tons
Føroysku skipini kunnu í ár fiska 125.597 tons av norðhavssild. Í fjør var kvotan 56.087 tons
 
19.01.2017 - 08:11

Tað boðar Fiskimálaráðið frá í tíðindaskrivi í morgun. Í fjør var svartkjaftakvotan 275.832 tons, og kvotan av norðhavssild í fjør var 56.087 tons, so kvoturnar økjast nógv.

Stóri vøksturin í føroysku kvotunum stendst í fyrsta lagi av, at strandarlondini samdust seinasta heyst at hækka mest loyvdu veiðu fyri báðar stovnar samsvarandi havlívfrøðiligu ráðgevingini frá ICES fyri 2017. sigur Fiskimálaráðið.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2017 verður endaliga skipaður í kunngerðum, sum verða lýstar í næstu framtíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117