Verklagslógirnar kunnu bíða

bannari
Verklagslógirnar kunnu bíða
Landsstýrið eigur ikki at gera verklagslógir, fyrr enn verkætlanirnar eru komnar so langt, at til ber at siga, hvussu nógv tær kosta
Ein neyv kostnaðarmeting skal gerast fyrst, áðrenn Løgtingið verður biðið um pengar. Hetta hevur Landsverk víst á í nógv ár. Landsstýrismaðurin er samdur
 
11.01.2017 - 08:06

Ein neyv kostnaðarmeting skal gerast fyrst, áðrenn Løgtingið verður biðið um pengar. Hetta hevur Landsverk víst á í nógv ár. Nú sigur Henrik Old, landsstýrismaður, tað sama í svari til Hilbert Elisson, løgtingsmann.

Hilbert Elisson spurdi, um landsstýrismaðurin hevur nakra ætlan um at broyta háttin at stýra byggiverkætlanum, sum Løgtingið hevur samtykt við verklagslóg.

SÍ EISINI Verklagslóg eingin trygd fyri at játtan heldur

Henrik Old sigur, at sambært kunngerð um íløgujáttanir skal verklagslóg vera samtykt og játtan tøk, áðrenn farið verður undir at byggja.

Men ikki fyrr enn arbeiðið er boðið út og tilboðini eru komin, ber til at siga, hvussu nógv byggingin kostar. Ofta samsvara játtan og kostnaður ikki.

Glasir eitt »gott« dømi

Høvuðsorsøkin til ósamsvarið er, at verklagslógir verða gjørdar, áðrenn ein faklig kostnaðarmeting er gjørd, sum byggir á veruligu krøvini til verkætlanina. 

Dømi eru um, at kostnaðarmetingar, sum verða gjørdar, áðrenn forprosjektið er gjørt, eru upp í helvtina bíligari ella dýrari enn veruligi kostnaðurin er. Glasir er dømi um ósamsvar millum byggikostnað og játtanarkarm.

Verklagslógin varð samtykt politiskt, og kostnaðarætlanin varð fastløgd, áðrenn byggiskráin, sum lýsir krøv, ynski og tørv hjá ánaranum og brúkaranum, varð gjørd. 

SÍ EISINI Radarin: Óvist nær skúladepilin verður liðugur

Tá so verkætlanin varð boðin út og tilboðini komu inn, vóru lægstu boðini 155 milliónir krónur hægri enn játtanin.

Eitt annað dømi er Viðareiðistunnilin, sum Landsverk metti fór at kosta 187 milliónir krónur. Løgtingið játtaði 162 milliónir.

Ein annar trupulleiki er, sigur Henrik Old, ósamsvar millum tíðarætlan og íløguætlan. 

Ikki grundast á politiskar avgerðir

Hetta tarnar byggingini, tí játtanin ikki fylgir gongdini í byggitíðarskeiðinum. Byggingin verður órógvað og byggitíðin brotin. 

Játtanin til bygging hjá landinum má fyrst og fremst byggja á byggifakligar metingar og ikki vera grundað á eina politiska avgerð, sum bara hevur atlit at fíggjarlógini. 

Henrik Old mælir til, at pengar verða játtaðir í fíggjarlógini, so verkætlanin kann fremjast uttan steðg yvir fíggjarár, at játtan og bygging fylgjast til liðugt er at byggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254