Breiða semjan hómast ikki

Breiða semjan hómast ikki
Tað verður eingin breið semja um fiskivinnunýskipanina, sum støðan er í løtuni. Tað tykist greitt nú politisku samráðingarnar byrja aftur
Einki er flutt síðani flokkarnir fóru at tosa um fiskivinnunýskipanina, siga allir andstøðuflokkarnir
 
11.01.2017 - 14:35

 

Andstøðuflokkarnir, Nýtt Sjálvstýri, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, siga allir, at einki er flutt síðani flokkarnir fóru at tosa um fiskivinnunýskipanina.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tvíheldur um, at fiskurin skal seljast á uppboði.

Andstøðan tekur ikki undir leisti

Landsstýrismaðurin hevur tosað um ymiskar leistar, sum at byrja við sindur av uppboðssølu, men sum frálíður skal allur fiskur seljast á uppboðssølu. Og tað vil andstøðan ikki.

Hósdagin skal Fólkaflokkurin á fund við Høgna Hoydal um fiskivinnunýskipanina. Men flokkurin hevur einki uppskot at leggja fyri landsstýrismannin, sigur Jørgin NIclasen, formaður í Fólkaflokkinum, við útvarpið.

Sambandsflokkurin fer á fund við Høgna Hoydal seinnapartin um fiskivinnunýskipanina. Magni Laksafoss, tingmaður, sigur, at flokkurin í dag væntar at fáa at vita, hvat samgongan ætlar á fiskivinnuøkinum.

Miðflokkurin ikki fingið fundarboð

Tíðin rennur undan, tí uppskotið um fiskivinnunýskipanina skal latast Løgtinginum seinast í februar. Sambandsflokkurin hevur handað Høgna Hoydal sítt uppskot til fiskivinnunýskipan, sum flokkurin kunngjørdi nakað fyri jól.

Miðflokkurin hevur boðað frá, at flokkurin ikki vil halda fram við at umrøða fiskivinnunýskipanina, uttan so, at flokkurin verður partur av samgonguni. Tað verður hann ikki, og tí hevur Miðflokkurin ikki fingið fundarboð. 

Men Miðflokkurin fer at vera við í viðgerðini tá uppskotið kemur í Løgtingið, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117