- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirtøkan kostar 10 mió. árliga
Millum annað ætlar landsstýrið at broyta ættleiðingarlógina, so hon svarar til galdandi danska lóggávu.
Landsstýrið hevur avgjørt, at galdandi rættarstøða viðvíkjandi fremmandaættleiðing skal standa við óbroytt.
Hetta merkir, at ein samstarvsavtala verður gjørd millum føroyskar og danskar myndugleikar, soleiðis at danskir myndugleikar røkja uppgávur fyri føroyskar myndugleikar.
SÍ EISINI Málsøkið yvirtikið í 2018
Tað vil siga, at danska Adoptionsnævnet fer eisini í framtíðini at velja børn til ættleiðingar í Føroyum.
Ankestyrelsen í Danmark fer framvegis at hava eftirlit við ættleiðingarmyndugleikum og ættleiðingarfeløgum.
Danski barna- og almannamálaráðharrin avger úr hvørjum londum, børn kunnu ættleiðast til Føroya, og avger eisini, um ættleiðing skal steðgast úr ávísum londum.
Yvirtakast á ólavsøku 2018
Ankestyrelsen skal góðkenna samstarvsfelagar hjá ættleiðingarfeløgum í einum landi, sum danski barna- og almannamálaráðharrin hevur góðkent fyri Føroyar.
Og danska ættleiðingarfelagið, DIA, kann miðla børn til ættleiðingar til góðkend ættleiðingarforeldur í Føroyum.
SÍ EISINI Arbeiðið at yvirtaka familjurætt byrjað
Persónsrættur, húsfólkarættur og arvarættur skulu yvirtakast á ólavsøku 2018. Yvirtøkan er mett at kosta 10,3 milliónir krónur um árið.
Kærunevndin í almanna- og heilsumálum verður kærumyndugleiki á yvirtikna málsøkinum. Kærunevndin skal viðgera kærur um avgerðir hjá Familjufyrisitingini, sum verður skipað at umsita økið.
Verandi kærunevnd skal halda fram
Sum er hevur Ríkisumboðið málsøkið. Ríkisumboðið upplýsir, at í 2014 vóru 11 kærur um avgerðir hjá Ríkisumboðnum og í 2015 vóru 19 kærur.
Landsstýrið heldur, at tá kærumálini eru so fá, er ráðiligt at leggja kærumálsviðgerðina á familjurættarliga økinum til verandi Kærunevnd í almanna- og heilsumálum, heldur enn at seta eina nýggja kærunevnd.
Landsstýrið væntar, at tey flestu, sum í dag arbeiða við familjurætti á Ríkisumboðnum, fara at arbeiða á føroysku Familjufyrisitingini eftir yvirtøkuna.