- Tíðindi, mentan og ítróttur
Passlógin skal broytast
Vit kunnu ikki siga, at vit ikki hava trupulleikar við radikaliseraðum ungdómi í Føroyum.
Tí eigur passlógin, sum er galdandi í Danmark, eisini at galda fyri Føroyar hesum viðvíkjandi.
Tað siga umboðini hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í Rættarnevndini.
Passlógin í Danmark varð broytt 1.mars í fjør við tí endamáli at styrkja átøkini móti at útvega fólk til vápnað stríð í eitt nú Sýria og Irak.
Fólk í Danmark eru farin upp í IS.
Nýggjar heimildir
Lógarbroytingin loyvir løgregluni at nokta fólki at fáa pass ella taka passið frá fólki. Landsstýrið helt, at hendan lógarbroytingin er ikki viðkomandi at seta í gildi í Føroyum.
Í Føroyum hava vit ikki trupulleikar við radikaliseraðum ungdómum, sigur landsstýrið.
Lógarbroytingin er tíðaravmarkað í Danmark. Hon fer úr gildi aftur 1.mars 2020.
Skeiv avgerð
Kristin Michelsen, Magnus Rasmussen, Edmund Joensen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Hilbert Elisson halda, at hendan broytingin eigur eisini at koma í Føroyum.
Hvør veit ella kann siga, at vit ikki kunnu hava onkran radikaliseraðan ungdóm í Føroyum, spyrja løgtingsfólkini. Tað er tí ein skeiv avgerð hjá løgmanni ikki at taka hesa broytingina við, nú passlógin skal dagførast.
Tey siga, at av tekniskum orsøkum ber ikki til at koma við broytingaruppskoti til lógaruppskotið hjá løgmanni. Annars eru gjørdar seks broytingar í passlógini frá 1999 til 2013, sum ikki eru settar í gildi í Føroyum.