Støðan er batnað

Støðan er batnað
Fólk, sum áttu at verið útskrivað, eru framvegis á Landssjúkrahúsinum. Men støðan er frægari nú enn hon var
Fólk, sum hava verið innløgd á Landssjúkrahúsinum, hava onga staðni at fara og blíva tí verandi á Landssjúkrahúsinum. Men støðan er frægari enn hon hevur verið, sigur landsstýriskvinnan
 
09.12.2016 - 10:12

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Higartil í ár eru 554 dagar brúktir á Landssjúkrahúsinum til fólk, sum eru liðugt viðgjørd.

Tað segði Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, í útvarpssendingini Skáanum mánadagin.

SÍ EISINI Skáin: Arbeiðsumhvørvið og trivnaður á LSH

Fólkini hava onga staðni at fara og blíva tí verandi á Landssjúkrahúsinum. Eitt pláss á sjúkrahúsi kostar dupult so nógv sum eitt pláss á røktarheimi ella ellisheimi. 

Í mars í fjør ætlaði Karsten Hansen, landsstýrismaður tá, at fáa Løgtingið at áleggja kommununum at gjalda fyri fólk, sum framvegis eru á sjúkrahúsunum, hóast tey eru liðug har.

Men lógaruppskotið kom ikki aftur úr nevnd, áðrenn tingsetan endaði og datt tí burtur.  

Óvist hvør loysnin verður

Sambært tølum, sum Heilsumálaráðið hevði frá sjúkrahúsunum, vóru 38 liðugt viðgjørd fólk á teimum trimum sjúkrahúsunum í 2014, tey høvdu 2.366 innleggingardagar.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at í løtuni er eingin ætlan um at leggja fram aftur uppskotið, sum undanmaður hennara í Heilsumálaráðnum kom við í fjør. 

Hon veit heldur ikki at siga nú, hvør loysnin verður. Men Sirið Stenberg sigur eisini, at støðan er nógv frægari nú enn hon hevur verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Mánadag 13. januar
Húsbóndin í gulu húsunum
186239
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190