- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størri krøv til lærarar
Størri krøv skulu setast til lærarar, sum undirvísa í náttúruvísindaligum lærugreinum. Tað mælir serfrøðingabólkurin, ið hevur gjørt PISA frágreiðingina fyri Føroyar, til.
Lærarar skulu í minsta lagi hava náttúruvísindaligu lærugreinina, sum teir undirvísa í, sum høvuðsfak, eins og kravt verður í grannalondunum.
SÍ EISINI Pisa kann ikki brúkast í frálæruni
Í londunum kring okkum hava lærarar í náttúruvísindum í miðal munandi hægri útbúgving enn í Føroyum.
- Aðrastaðni er gongdin, at lærarar hava munandi hægri útbúgving enn linjufak og hava ofta masterstig, stendur í føroysku PISA-frágreiðingini.
Nøkur av tiltøkunum, mælt var til í 2006, eru sett í verk, men í mun til náttúruvísindi hava tey ikki altíð hepnast væl.
SÍ EISINI Úrslitið í náttúruvísindum er ikki nóg gott
Ætlanin var millum annað, at lærugreinin heimstaðarlæra skuldi verða partur av náttúru- og tøkni, men í námsætlanunum er als eingin alis- og evnafrøði í heimstaðarlæru.
Serfrøðingabólkurin finst eisini at námsætlanunum í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Tær eru ov grunnar og óneyvar í mun til førleikakrøvini í PISA.
- Sum nú er, seta námsætlanirnar í náttúruvísindum ikki nóg neyv krøv um, hvussu væl næmingarnir skulu kenna evni, háttaløg og ástøði. Tí mugu námsætlanirnar endurskoðast, stendur í frágreiðingini.