Peningur tikin úr feløgum

Peningur tikin úr feløgum
Tekin eru um, at peningur verður tikin úr føroysku fiskivinnuni, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Ikki ber til at siga við vissu, hvussu nógvir pengar verða tiknir úr føroysku fiskivinnuni
 
07.12.2016 - 13:41

Ikki ber til at siga við vissu, hvussu nógvir pengar verða tiknir úr føroysku fiskivinnuni. Men feløgini, sum reka fiskiflotan, hava sambært grannskoðarafelag størri úrslit eftir skatt enn eginognin veksur.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann. Eginpeningurin hjá hesum feløgum er ikki vaksin samsvarandi rakstrarúrslitinum eftir skatt, men tvørturímóti nógv minni. 

At eginpeningurin ikki hækkar tað sama sum avlopið, er tekin um, at peningurin er tikin úr feløgum. Í uppgerð, sum grannskoðarafelag hevur gjørt, var úrslitið eftir skatt eina góða milliard krónur frá 2011 til 2015. 

Men eginpeningurin í somu feløgum vaks bara hálva milliard. Fyrivarni verður tó tikið fyri, at hin hálva milliardin kann vera flutt upp í móðurfelagið og tí ikki er tikin út úr fiskivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117