Óvissa um framtíðina hjá blaðnum

Óvissa um framtíðina hjá blaðnum
Enn er eingin nýggjur stjóri settur á Dimmalætting. Greiða skal fyrst fáast yvir fíggjarligu støðuna hjá blaðnum
Arbeitt verður við at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna hjá Dimmalætting, áðrenn endalig avgerð verður tikin um framtíðina hjá blaðnum
 
07.12.2016 - 12:36

Arbeitt verður við at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna hjá blaðnum, áðrenn endalig avgerð verður tikin um framtíðina. Líkt er til, at blaðið hevði hall í 2015,

Tí mugu broytingar gerast, um blaðnum skal vera lív lagað. Tað er Pf. Kimbil sum eigur Dimmalætting, og pengarnir verða avskrivaðir, sigur nevndarformaðurin.

Netmiðlar áhugaðir í samstarvi

Poul Hansen, nevndarformaður og eigari av Dimmalætting, sigur, at fleiri, millum annað Portal.fo og ein privatpersónur eru áhugað í samstarvi, men hvat úrslitið verður, kann hann ikki siga nakað um í løtuni.

Magni Arge hevur verið nevndur sum ein, ið kanska hevur áhuga í Dimmalætting. Hann sigur, at hann hevur hjálpt blaðnum at fáa yvirlit yvir støðuna, og hevur virkað sum konsulentur.

Meir hevur hann ikki við blaðið at gera, sigur hann. Tað er ov tíðliga at siga um talan um hall, tí ársúrslitið í 2015 var minus 121.000 krónur, tí tað veldst um, hvussu nógvir pengar fáast inn av tí, sum er útistandandi.

Trý fólk færri á lønarlistanum

- Tað er neyðugt at fáa greiðu á inntøkunum og útreiðslunum, so endarnir røkka saman, sigur Magni Arge.

Georg L. Petersen er ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, og tað er hann framvegis, men hann sigur, at hann einki hevur við fíggjarligu gongdina á blaðnum at gera.

Dimmalætting hevur repað seglini síðani tað kom undan kavi, at fíggjarliga gongdin ikki var nøktandi, og nú eru trý fólk færri í starvi á blaðnum.

SÍ EISINI Dimmustjórin lagt frá sær

Í dag er ein mánaði liðin síðani Sveinur Tróndarson fór frá sum stjóri á Dimmalætting, men enn er eingin nýggjur stjóri settur.

Skráseting Føroya upplýsir, at nýggjur stjóri eigur at verða settur í seinasta lagi fýra vikur eftir at stjórin er farin frá. Tað hava eigararnir av Dimmalætting fingið boð um.

Nú fáa eigararnir nýtt skriv frá Skrásetingini, um at velja nýggjan stjóra. Hesa ferð er freistin tvær vikur. Hendir tað ikki, so verður Dimmalætting send skiftirættinum til tvingsilsavtøku, upplýsir Skráseting Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109