- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skotar misnøgdir

Upp undir samráðingarnar í Brússel í dag og í morgin millum Føroyar og ES um fiskirættindi, geva skotskir fiskimenn enn eina ferð ilt av sær um føroysk rættindi í ES sjógvi.
Tað gera teir, hóast Brexit framvegis eisini er skotskur sjógvur. Skotar í makrelvinnuni mæla til, at føroysk skip ikki sleppa at fiska so nógvan makrel við Skotland.
Atgongdin skerjast
Føroyingar fiskaðu 33.000 tons av makreli í ES-sjógvi í fjør. Men ES-skip fiskaðu ongan makrel í føroyskum sjógvi, skrivar FishUpdate.com
Skotarnir halda upp á, at makrelurin í ES-sjógvi er betri enn makrelurin í føroyskum sjógvi.
Tað var tí vánaligt býti, sum ES gjørdi við Føroyar í 2014. Teir mæla til, at atgongdin hjá føroyskum skipum í ES-sjógvi verður skerd.
Norðmenn ov góðar sømdir
Føroyingar kappast harafturat við virkini í Skotlandi og Hetlandi á teimum marknaðum, sum keypa makrel.
ES bakkar ov nógv fyri Føroyum og Noregi, halda tey í makrelvinnuni í Skotlandi. Norðmenn fáa alt ov góðir sømdir viðvíkjandi svartkjafti, ljóðar atfinningin.
Hóast Bretland ætlar sær úr ES, hevur ES framvegis samráðingar um fiskirættindi hjá Bretlandi. Í dag og í morgin samráðast ES og Føroyar í Brússel um fiskirættindini næsta ár.
